text
stringlengths
1
888k
Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Og Guð segði: «Verði ljós!» Og tað varð ljós. Og Guð sá, at ljósið var gott, og Guð skildi ljósið frá myrkrinum, og Guð kallaði ljósið dag, og myrkrið kallaði hann nátt. Og tað varð kvøld,...
Soleiðis vórðu himin og jørð og allur herur teirra fullgjørd. Og Guð fullgjørdi á sjeynda degi verk sítt, sum hann hevði skapað; og hann hvíldi á sjeynda degi frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapað. Guð vælsignaði hin sjeynda dagin og halgaði hann, tí á honum hvíldi Guð frá øllum verki sínum, sum hann hevði skapa...
Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Guð hevði skapað. Og hann mælti við konuna: «Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?» Konan svaraði orminum: «Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði...
Og Ádam kendi konu sína Evu; og hon varð við barn og føddi Káin og mælti: «Mansbarn hevur mær ognast við Harrans hjálp!» Síðan føddi hon øðrum sinni bróður hansara Ábel. Og Ábel varð seyðamaður, men Káin varð jarðyrkismaður. Og nakað aftaná bar Káin Harranum offurgávu av tí, sum jørðin hevði givið av sær. Men eisini Áb...
Hetta er ættartal Ádams. Tá ið Guð skapaði Ádam, skapaði Guð hann sær líkan. Sum kall og konu skapaði hann tey; og hann vælsignaði tey og nevndi tey «menniskjur», tá ið tey vórðu skapað. Ádam livdi í eitt hundrað og tríati ár, og hann gat son í líki sínum og eftir mynd síni og nevndi hann Set. Og Ádam livdi átta hundra...
Men tá ið menninir tóku at fjølgast á jørðini, og døtur vórðu teimum føddar, tá bar so á, at synir Guðs vórðu varir við, hvussu fagrar mannadøturnar vóru; og teir tóku sær til konu allar, sum teir fingu hug á. Tá segði Harrin: «Andi mín skal ikki allar ævir búgva í menniskjuni, tí at hon er jú hold; og ævidagar hennara...
Tá segði Harrin við Nóa: «Gakk tú og alt húski títt inn í ørkina, tí at teg havi eg sæð rættlátan fyri ásjón míni í hesum ættarliði. Av øllum reinum djórum skalt tú taka tær sjey pør, kalldjór og kvenndjór; og av øllum teimum djórum, sum ikki eru rein, eitt par, kalldjór og kvenndjór. Eisini av fuglum himinsins sjey pø...
Tá mintist Guð Nóa og øll djórini og allan fenaðin, sum var við Nóa í ørkini; og Guð læt vind blása yvir jørðina, so at vatnið tók at minka; keldur frumhavsins og lúkur himinsins lótust aftur, og glopraregnið av himni lætti av. Og vatnið hvarv í hvørjum av jørðini og minkaði burtur eftir hundrað og fimmti døgum. Seytja...
Tá vælsignaði Guð Nóa og synir hans og segði við teir: «Nørist og fjølgist og uppfyllið jørðina! Ótti og ræðsla fyri tykkum skal vera yvir øllum djórum á jørð, yvir øllum fuglum himinsins og øllum, sum skríður á jørðini, og yvir øllum havsins fiskum; í valdi tykkara skulu tey vera. Alt, sum rørist og livir, skal vera t...
Hetta er ættartal Nóa sona, Sems, Kams og Jáfets; teimum føddust synir eftir vatnflóðina. Synir Jáfets vóru Gómer, Mágog, Mádai, Jávan, Túbal, Mesjek og Tíras. Og synir Gómers vóru Asjkenaz, Rífat og Tógarma. Og synir Jávans vóru Elisja, Tarsis, Kittar og Ródanitar. Út frá teimum greinaðust oyggjalands tjóðirnar. Hetta...
Og øll mannaættin hevði eitt mál og somu tungu. Men tá ið teir nú løgdu leiðina eystureftir, komu teir fram á ein slætta í Sinears landi og settust niður har. Tá søgdu teir hvør við annan: «Komið og latum okkum knoða tigulsteinar og herða teir væl í eldi.» Soleiðis nýttu teir tigul í staðin fyri grót og jarðbik í staði...
Og Harrin segði við Ábram: «Far burtur úr landi tínum, frá ættarfólki tínum og úr húsi faðirs tíns, til tað landið, ið eg man vísa tær á! Eg skal gera teg til mikla tjóð og vælsigna teg, so at tú verður navnframur og til signingar. Ja, tey, ið vælsigna teg, man eg vælsigna, og tey, ið biðja ilt fyri tær, skal eg banna;...
Ábram átti nú almiklan eyð bæði av fenaði og í gulli og í silvuri. Hann flutti nú sunnaneftir so við og við alt at Betel, hagar ið hann á fyrsta sinni hevði sett upp tjald sítt millum Betel og Ai, á tann stað, har sum hann áður hevði reist altarið. Har ákallaði Ábram navn Harrans. Lot, ið fylgdist við Ábrami, átti eisi...
Tá ið Amrafel var kongur í Sinear, Arjok kongur í Ellasar, Kedorlaomer kongur í Elam, og Tideal kongur í Gojim, fóru teir herferð móti Bera, kongi av Sódomu, og Birsja, kongi av Gómorru, og Sjineab, kongi av Adma, og Sjemeber, kongi av Zeboim og konginum av Bela, tað er Zoar. Allir hesir hittust á Siddims vøllum, tað e...
Eftir hesar tilburðir kom orð Harrans til Ábrams í sjón soljóðandi: «Ábram, óttast ikki; eg eri skjøldur tín, løn tín skal verða ovurmikil!» Men Ábram svaraði: «Harri drottin, hvat skalt tú geva mær, tá ið eg kortini má fara barnleysur burtur, og Eliezar, maður úr Dámaskus, fer at arva meg?» Og Ábram segði: «Sí, son he...
Tá ið Ábram var níti og níggju ára gamal, birtist Harrin fyri honum og segði við hann: «Eg eri Guð hin alvaldi; gakk fyri ásjón míni, og ver rættlátur, so vil eg gera sáttmála millum mín og tín og margfalda teg stórum.» Tá fell Ábram fram á ásjón sína, og Guð talaði við hann og segði: «Sí, tað eri eg, sum havi gjørt sá...
Síðan birtist Harrin fyri honum í Mamrelund, har hann sat í tjalddurum sínum í hádegishitanum. Og tá ið hann hugdi upp og leit seg um, sí, tá stóðu tríggir mans framman fyri honum; og tá ið hann sá teir, fór hann úr tjalddurunum rennandi ímóti teimum og lútaði til jarðar, og mælti: «Harri, havi eg funnið náði í eygum t...
Men báðir einglarnir komu um kvøldið til Sódomu; og tá ið Lot, sum sat í borgarliði Sódomu, bar eyga við teir, fór hann ímóti teimum, lútaði til jarðar og mælti: «Góðu menn, komið inn hjá træli tykkara at gista og tváið føtur tykkara; í morgin árla mega tit so fara leið tykkara.» Men teir svaraðu: «Nei, vit vilja sova ...
Ábraham flutti nú haðan suður í landið og settist niður millum Kádesj og Sjúr og búði sum útiseti í Gerar. Men av tí at Ábraham hevði sagt, at Sára var systir hansara, sendi Ábimelek, kongurin av Gerar, boð eftir Sáru og tók hana til sín. Tá kom Guð í dreymi til Ábimeleks um náttina og segði við hann: «Sí, tú skalt doy...
Harrin vitjaði Sáru, eins og hann hevði lovað; og Harrin gjørdi við Sáru, eins og hann hevði sagt. Og Sára varð við barn og føddi Ábrahami son á ellisárum hansara um tað mundið, sum Guð hevði sagt honum. Ábraham gav syni sínum, sum føddist honum – sum Sára føddi honum – navnið Ísakur. Og Ábraham umskar Ísak, son sín, t...
Eftir hesar tilburðir royndi Guð Ábraham; og hann rópaði á hann: «Ábraham!» Hann svaraði: «Ja, eg eri her!» Og hann segði: «Tak tú einkarson tín, Ísak, sum tú elskar, og far til Mórialands og ofra hann har sum brennioffur uppi á einum av fjøllunum, sum eg skal vísa tær á!» Snimma morgunin eftir legði Ábraham á asna sín...
Og Sára livdi eitt hundrað og tjúgu og sjey ár; so mangir vóru ævidagar hennara. Og Sára doyði í Kirjat-Arba – tað er Hebron – í Kánáanlandi. Og Ábraham fór innar at syrgja Sáru og gráta hana. Síðan fór hann frá síni deyðu og mælti soleiðis við Hetitar: «Eg eri gestur og útiseti her hjá tykkum; gevið mær eitt jarðarsty...
Ábraham var nú gamal og nógv til árs; og Harrin hevði vælsignað Ábraham í øllum lutum. Tá segði Ábraham við húskall sín, ið var elstur í húsi hansara og ráddi fyri øllum, sum hann átti: «Legg tú hond tína undir lendar mínar og svør mær við Harran, Guð himins og jarðar, at tú ikki vilt taka syni mínum konu av døtrum Kán...
Ábraham tók sær aftur konu, Ketura at navni. Hon føddi honum Zimran, Joksjan, Medan, Midian, Jisjbak og Sjúa. Joksjan gat Sába og Dedan; og synir Dedans vóru Assjuritar, Letusjitar og Leummitar. Synir Midians vóru Efa, Efer, Hánok, Ábida og Eldáa. Allir hesir eru synir Keturu. Og Ábraham gav Ísaki alt, sum hann átti; m...
Nakað eftir hetta varð hallár í landinum – eitt annað enn hitt fyrra á døgum Ábrahams. Og Ísakur fór til Ábimelek, kong Filista, í Gerar. Tá birtist Harrin fyri honum og segði: «Far ikki til Egyptalands, men verð búgvandi í tí landi, sum eg sigi tær! Búgv tú sum útiseti her í landinum, so skal eg vera við tær og vælsig...
Tá ið Ísakur var vorðin gamal, og eyguni bilaðu honum, rópaði hann til sín Esav, eldra son sín, og segði við hann: «Sonur mín!» Hann svaraði honum: «Her eri eg!» Og hann segði við hann: «Sí, eg eri nú vorðin gamal og veit ikki mín deyðadag. Tak nú veiðitól tíni, ørvahúsa og boga, og far út á heiðar og veið mær onkra br...
Tá rópaði Ísakur Jákup til sín og vælsignaði hann og beyð honum: «Tak tær ikki konu av døtrum Kánáans, men far tær til Paddan-Áram í hús Betuels, móðurfaðirs tíns, og tak tær haðan konu av døtrum Lábans, móðurbróður tíns! Og Guð hin alvaldi vælsigni teg og lati teg nørast og fjølgast, so at tú verður ættarfaðir at mong...
Síðan helt Jákup áfram ferð síni og kom til land eysturbúgva. Tá sá hann á markini brunn; og sí, har lógu trý fylgi á bóli um hann, tí at úr tí brunni vóru teir vanir at brynna fylgjunum; men yvir brunninum lá stórur steinur. Tá ið fylgini vórðu savnað saman hagar, veltu teir steinin frá brunnmunnanum og bryntu fenaðin...
Tá ið Rakul sá, at hon eingi børn føddi Jákupi, varð hon øvundsjúk inn á systur sína; og hon mælti við Jákup: «Lat meg fáa børn, tí at annars má eg doyggja!» Tá reiddist Jákup inn á Rakul og segði: «Eri eg Guð? Tað er jú hann, ið hevur sýtt tær avkom!» Síðan segði hon: «Her er Billa, terna mín, far inn til hennara, til...
Men tá hoyrdi Jákup synir Lábans siga: «Jákup hevur tikið alt, sum faðir okkara eigur; av ognum faðirs várs hevur hann vunnið sær allan hendan eyð.» Jákup sá eisini á yvirbragdi Lábans, at hann ikki var hin sami, sum hann hevði verið. Tá segði Harrin við Jákup: «Far heim aftur í land fedra tína til ættarfólk títt; eg s...
Og eisini Jákup fór leið sína; men honum møttu einglar Guðs; og tá ið Jákup sá teir, segði hann: «Her eru herbúðir Guðs!» og hann nevndi tann staðin Máhanáim. Jákup sendi nú ørindrekar undan sær til Esavs, bróður síns, í Se'irs landi á Edóms vøllum. Og hann beyð teimum og segði: «Soleiðis skulu tit siga við harra mín E...
Tá segði Guð við Jákup: «Statt upp og far niðan til Betel og búgv har og reis har altar fyri Guði, sum birtist fyri tær, tá ið tú flýddi undan Esavi, bróður tínum!» Jákup segði nú við húsfólk sítt og øll, ið við honum vóru: «Tveitið burtur hinar fremmandu gudar, sum tit hava hjá tykkum, og reinsið tykkum og latist í on...
Jákup varð nú búgvandi í útlegdarlandi faðirs síns, í Kánáanlandi. Og hetta er ættarsøga Jákups: Tá ið Jósef var seytjan ára gamal, goymdi hann at smalum saman við brøðrum sínum; og sum smádrongur var hann saman við sonum Billu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara; Jósef bar faðir sínum boð um tað ringa orð, sum teir...
Um tað mundið fór Júda frá brøðrum sínum og bant felag við mann úr Ádullam, Hira nevndur at navni. Har sá Júda dóttur Sjúa Kánáanita; og hann tók hana til sín og gekk inn til hennara. Og hon varð við barn og føddi son, sum hon nevndi Er. Síðan varð hon aftur við barn og føddi son, sum hon nevndi Ónan. Og uppaftur føddi...
Men Jósef varð førdur til Egyptalands; og Egyptin Potifar, hirðmaður og lívvarðarhøvdingi hjá Fárao, keypti hann frá Ísmaelitunum, ið høvdu flutt hann hagar. Men Harrin var við Jósefi og læt alt eydnast væl fyri honum; og hann var í húsi harra síns Egyptans. Og húsbóndi hansara sá, at Harrin var við honum og læt alt, s...
Eftir hetta bar so á, at skeinkjari kongsins í Egyptalandi og bakarin forsóu seg móti Fárao, kongi Egyptalands. Tá reiddist Fárao inn á hesar báðar hirðmenn sínar, høvuðsskeinkjaran og høvuðsbakaran, og læt teir seta í varðhald í húsi lívvarðarhøvdingans, í myrkustovu, har sum Jósef sat fangi. Lívvarðarhøvdingin setti ...
Tá ið tvey ár vóru umliðin, bar so á, at Fárao droymdi dreym. Hann droymdi, at hann stóð við Nílánna. Og sí, upp úr Nílánni komu sjey kýr, prúðar og væl í holdum; tær løgdust at bíta sevgrasið. Og sí, aftan á tær komu aðrar sjey kýr upp úr Nílánni, ljótar og illa í holdum. Tær stóðu á áarbakkanum saman við hinum fyrru ...
Tá ið Jákup frætti, at korn var at fáa í Egyptalandi, segði hann við synir sínar: «Hví sita tit og bína hvør at øðrum?» Og hann mælti: «Eg havi hoyrt, at korn er at fáa í Egyptalandi; farið hagar og keypið okkum korn har, so at vit mega vera á lívi og ikki doyggja!» Tá fóru Jósefs tíggju brøður oman at keypa korn í Egy...
Men tá ið teir høvdu etið upp tað kornið, sum teir vóru komnir við úr Egyptalandi, segði faðir teirra við teir: «Farið aftur og keypið okkum eitt sindur av korni til matna!» Men Júda svaraði honum og segði: «Maðurin legði okkum ríkan við og segði: Tit fáa ikki andlit mítt at síggja, uttan tit hava bróður tykkara við ty...
Síðan beyð hann húshaldara sínum og segði: «Fyll sekkir mannanna við vistum so nógvum, sum teir eru mentir at bera og legg silvur hvørs teirra ovast í sekkir teirra. Og steyp mítt, silvursteyp mítt, skalt tú leggja ovast í sekkin hjá tí yngsta og somuleiðis silvurið fyri korn hans!» Og hann gjørdi, sum Jósef beyð. Í lý...
Tá kundi Jósef ikki ráða sær longur í hjástøðu teirra, ið vóru hjá honum, og hann rópaði: «Farið øll út frá mær!» Eingin var tá inni eftir hjá honum, tá ið hann segði brøðrum sínum, hvør hann var. Síðan skar hann í grát, so at Egyptar hoyrdu tað; eisini í húsi Fáraos spurdist tað. Og Jósef segði við brøður sínar: «Eg e...
Tá fór Ísrael avstað við øllum, sum hann átti, og hann kom til Beersjebu og ofraði Guði Ísaks, faðirs síns, sláturoffur. Men Guð talaði við Ísrael í náttarsjón og segði: «Jákup, Jákup!» Hann svaraði: «Her eri eg!» Og hann mælti: «Eg eri Guð, Guð faðirs tíns. Óttast ikki fyri at fara til Egyptalands; tí at har skal eg g...
Síðan gekk Jósef fyri Fárao við hesum tíðindum og mælti: «Faðir mín og brøður mínir eru komnir úr Kánáanlandi við smalum og stórdýrum sínum og øllum, sum teir eiga, og eru nú í Gosenlandi.» Men hann hevði tikið við sær fimm av brøðrum sínum og leiddi teir fyri Fárao. Tá segði Fárao við brøður hansara: «Hvat er atvinna ...
Nakað eftir hesar tilburðir varð Jósefi sagt frá, at faðir hansara var sjúkur. Tá tók hann við sær báðar synir sínar, Manasse og Efraim. Tá ið Jákup fekk at vita, at Jósef, sonur hansara, var komin til hansara, ressaðist hann og settist upp undir seg á legu síni. Og Jákup segði við Jósef: «Guð hin alvaldi birtist fyri ...
Tá kallaði Jákup synir sínar til sín og segði: «Savnist her, so skal eg kunngera tykkum tað, sum tykkum verður fyri í komandi tíðum. Komið higar og gevið ljóð, tit synir Jákups; lýðið á Ísrael, faðir tykkara! Ruben, tú mín frumgitni sonur, kraft mín og fyrsti alvi, fremstur í tign og fremstur í mátti! Men fyri títt brú...
Tá kastaði Jósef seg niður yvir andlit faðirs síns, græt uppi yvir honum og kysti hann. Og Jósef beyð tænarum sínum, ið læknakønir vóru, at balsamera faðir sín; tá balsameraðu læknarnir Ísrael. Til tess gingu fjøruti dagar, tí so langa tíð tekur balsameringin. Og Egyptar syrgdu hann í sjeyti dagar. Tá ið sorgardagarnir...
Hesi eru nøvnini á sonum Ísraels, ið komu til Egyptalands; saman við Jákupi komu teir hvør við sínum húski; Ruben, Símeon, Levi og Júda; Issakar, Zebulon og Benjamin; Dán, Naftali, Gád og Ásjer. Øll, ið komin vóru av Jákupi, vóru íalt sjeyti sálir; av teimum var Jósef frammanundan í Egyptalandi. Síðan doyðu Jósef og al...
Nú fór maður av Levi ætt og tók sær til konu gentu, sum eisini var av Levi ætt. Og konan varð við barn og føddi son; og tá ið hon sá, at barnið var frálíka vakurt, krógvaði hon tað í tríggjar mánaðir. Men tá ið hon ikki fekk krógvað hann longur, bant hon honum kistu úr sevi, bræddi hana við jarðlími og biki, legði drei...
Móses røktaði nú seyð hjá Jetro, verfaðir sínum, presti Midians; einaferð rak hann fenaðin yvir um oyðimørkina og kom at gudsfjallinum Hóreb. Tá birtist honum eingil Harrans í eldsloga, sum steig upp úr miðjum tornarunni; og tá ið hann hugdi gjøllari, sá hann, at tornarunnurin stóð í ljósum loga, men brann tó ikki upp....
Móses svaraði: «Men teir munnu ikki fara at trúgva mær og ikki lurta eftir mær, men siga: Harrin hevur ikki birtst fyri tær!» Tá segði Harrin við hann: «Hvat er hatta, sum tú hevur í hondini?» Hann svaraði: «Hetta er stavur.» Hann segði: «Tveit hann á jørðina!» Og tá ið hann hevði tveitt hann á jørðina, varð hann at or...
Eftir hetta komu Móses og Áron á fund Fáraos og søgdu: «So sigur Harrin, Guð Ísraels: Loyv fólki mínum at fara, so at teir mega halda mær hátíð í oyðimørkini!» Men Fárao segði: «Hvør er tann Harrin, ið eg skal vera lýðin til tess at loyva Ísrael at fara? Ikki kenni eg tann Harran, og ikki loyvi eg heldur Ísrael at fara...
Og Guð talaði við Móses og segði við hann: «Eg eri Harrin! Eg birtist fyri Ábrahami, Ísaki og Jákupi sum Guð hin alvaldi, men undir navninum «Harrin» havi eg ikki opinberað meg fyri teimum. Eg gjørdi eisini sáttmála við teir um at geva teimum Kánáanland, útlegdarland teirra, har teir livdu sum útisetar. Og tá ið nú Ísr...
Men Harrin segði við Móses: «Sí, eg geri teg sum Guð fyri Fárao; men Áron, bróðir tín, skal vera profetur tín. Tú skalt siga við hann alt, sum eg bjóði tær, men Áron, bróðir tín, skal bera tað upp á mál við Fárao, til tess at hann skal geva Ísraelsmonnum loyvi at fara úr landi sínum. Men eg skal herða hjarta Fáraos og ...
Síðan segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao og sig við hann: So sigur Harrin: Gev fólki mínum loyvi at fara, so at teir mega tæna mær! Men synjar tú fyri at lata tey fara, tá skal eg týna alt land títt við froskum. Níláin skal yðja við froskum; teir skulu koma upp á turt og fara inn í hús títt og svøvnskemmu tín...
Tá segði Harrin við Móses: «Gakk inn fyri Fárao! Tí at eg havi hert hjarta hansara og hjørtu tænara hans, til tess at eg má gera hesi jartekin míni teirra millum, so at tú kanst siga børnum og barnabørnum tínum frá, hvussu eg fór við Egyptum, og frá jartekinum mínum, sum eg gjørdi teirra millum; tá munnu tit sanna, at ...
Tá segði Harrin við Móses: «Enn eina plágu vil eg lata koma yvir Fárao og Egyptaland; og aftan á hana man hann loyva tykkum at fara hiðan; tá letur hann tykkum fara við øllum, ið tit eiga; ja, hann skal sjálvur koyra undir at fáa tykkum hiðan. Sig nú við fólkið, at hvør maður skal biðja granna sín og hvør kona biðja gr...
Síðan talaði Harrin við Móses og Áron í Egyptalandi og segði: «Hesin mánaður skal vera byrjanarmánaður hjá tykkum; við honum skal árið byrja hjá tykkum. Talið við allan savnað Ísraelsmanna og sigið: Tíggjunda dagin í hesum mánaði skal hvør húsfaðir taka sær eitt lamb, eitt lamb fyri hvørt húski. Men um húskið er ov lít...
Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Tú skalt halga mær allar frumburðir, alt, sum opnar móðurlív hjá Ísraelsmonnum, hvørt tað eru menn ella djór; tað er mítt!» Móses segði nú við fólkið: «Minnist henda dagin, tá ið tit fóru út úr Egyptalandi, út úr trælahúsinum; tí at við sterkari hond leiddi Harrin tykkum út haðan. ...
Tá talaði Harrin við Móses og segði: «Bjóða Ísraelsmonnum at snúgvast við aftur og seta búðir sínar við Pi-Hákirot millum Migdols og havsins áraka Báal-Zefon; har skulu tit seta búðir tykkara við havið. Tá man Fárao halda um Ísraelsmenn, at teir eru vilstir í landinum, og at oyðimørkin hevur byrgt teir inni. Og eg skal...
Ta ferðina sungu Móses og Ísraelsmenn Harranum henda lovsong og søgdu: «Eg vil lovsyngja Harranum, tí at hátt er hann hevjaður; hestum og reiðmonnum stoytti hann í havið niður! Harrin er styrki mín og lovsongur, og hann varð mær til frelsu; hann er Guð mín, og eg vil hálova honum, Guði faðirs míns, og eg vil tigna hann...
Síðan hildu teir út úr Elim, og á fimtanda degi í øðrum mánaði, eftir at teir vóru farnir út úr Egyptalandi, kom allur savnaður Ísraels saman í oyðimørkina Sin, ið liggur millum Elim og Sinai. Tá meylaði allur savnaður Ísraelsmanna inn á Móses og Áron í oyðimørkini. Og Ísraelsmenn søgdu við teir: «Gævi vit vóru deyðir ...
Síðan helt allur savnaður Ísraelsmanna út úr oyðimørkini Sin og helt áfram við steðgum av og á, eins og Harrin hevði boðið; men tá ið tey settu upp herbúðir í Refidim, hevði fólkið einki vatn at drekka. Tá klandraðist fólkið við Móses og segði: «Gev okkum vatn at drekka!» Men Móses svaraði teimum: «Hví klandrast tit vi...
Men tá ið Jetro, prestur í Midian, verfaðir Mósesar, hoyrdi um alt, sum Guð hevði gjørt fyri Móses og Ísrael, fólk sítt, hvussu Harrin hevði leitt Ísrael út úr Egyptalandi, tá tók Jetro, verfaðir Mósesar, Zipporu, konu Mósesar, sum hann hevði sent heim aftur, og báðar synir hansara; annar teirra æt Gersjom, tí at hann ...
Í triðja mánaði eftir at Ísraelsmenn vóru farnir út úr Egyptalandi, á hesum degi komu teir í Sinai oyðimørk. Teir hildu úr Refidim og komu í Sinai oyðimørk og settu herbúðir sínar í oyðimørkini; og Ísrael setti herbúðirnar áraka fjallið; men Móses fór niðan til Guðs; tá rópaði Harrin til hansara av fjallinum og segði: ...
Hesar eru tær lógir, sum tú skalt leggja fyri fólkið: Tá ið tú keypir hebráiskan træl, skal hann tæna tær í seks ár, men á sjeynda skalt tú geva honum frælsi uttan samsýning. Kom hann einsamallur, skal hann fara burtur aftur einsamallur; men hevði hann konu, skal konan fara við honum. Hevur húsbóndi hansara fingið honu...
Stjelur maður oksa ella seyð og slátrar ella selur tey, tá skal hann gjalda fimm oksar aftur fyri oksan og fýra seyðir aftur fyri seyðin. Kemur maður fram á tjóv, ið brýtur inn á nátt, og slær hann til bana, tá skal hann ikki vera blóðsekur; men er sólin komin undan, tá skal hann vera blóðsekur; tjóvurin eigur at bøta,...
Tú mást ikki ganga um við sleyi. Styðja ikki hann, ið órætt hevur, so at tú við vitnisburði tínum elvir yvirgangsverk. Lat ikki fjøldina leiða teg út í tað illa. Eigur tú at svara í sakarmáli, tá rong ikki rættin til tess at gera fjøldini eftir vild. Í sakarmáli mást tú ikki gera mannamun, tó at maður er fátækur. Kemur...
Og hann segði við Móses: «Komið niðan til Harran, tú og Áron, Nádab og Ábihu og sjeyti av hinum elstu í Ísrael og tilbiðið fjarstaddir. Móses eina má nærkast Harranum, ikki hinir; og fólkið má heldur ikki koma niðan við honum.» Tá ið Móses kom aftur og kunngjørdi fólkinum øll orð Harrans og allar skipanirnar, svaraði a...
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu veita mær avskurð; av hvørjum manni, sum av fúsum huga vil geva, skulu tit taka við avskurði til mín. Og hetta er tað, ið tit skulu taka í avskurð av teimum: Gull, silvur og kopar, blátt purpur og reytt purpur, skarlak, egyptiskt lín og geitahár, ...
Tjaldtemplið skalt tú gera úr tíggju tjalddúkum, ið vovnir eru av egyptiskum tvinnaðum líni, bláum purpuri, reyðum purpuri og skarlaki, listvevnaður við myndum av kerúbum í. Hvør tjalddúkurin skal vera tjúgu og átta alnir langur og fýra alnir breiður; javnstórir skulu tjalddúkarnir vera. Fimm tjalddúkar skulu tengjast ...
Framvegis skalt tú gera altar av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt skal altarið vera og tríggjar alnir høgt. Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, sum skal vera áfast við altarið; og tú skalt leggja tað við kopari. Og tú skalt gera pottar til øsku altarsins og eldsp...
Síðan skalt tú lata koma til tín úr flokki Ísraelsmanna Áron bróður tín og synir hansara til tess at vera prestar mínir, Áron, Nádab, Ábihu, Eleazar og Ítámar, synir Árons. Og tú skalt lata gera Ároni bróður tínum heilag klæði til heiðurs og æru. Øllum hagleiksmonnum, ið eg havi fylt við vísdóms anda, skalt tú bjóða at...
Og tá ið tú halgar teir til at vera prestar fyri mær, skalt tú bera teg at á henda hátt: Tak ungan oksa og tveir lýtaleysar veðrar og ósúrgað breyð, ósúrgaðar køkur eltar í olju og tunnar ósúrgaðar flatkøkur smurdar við olju; av fínum hveitimjøli skalt tú gera tær til; legg tær síðan upp í tægu og framber tær í tæguni ...
Og tú skalt gera altar til at brenna roykilsi á; tað skalt tú búgva til av ákásiuviði, eina alin langt og eina alin breitt, fýrhyrnt skal tað vera, tvær alnir høgt og horn tess áføst við tað. Tú skalt leggja tað við skírum gulli bæði omaná og við síðurnar alt íkring og horn tess við og gera brún av gulli kring um tað. ...
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Sí, eg havi kallað Bezalel Urison Hurssonar av Júdaætt og fylt hann við guddómsanda, við fróðskapi, vitsku og skynsemi til alt virki, bæði til at upphugsa listaverk og til at smíða úr gulli, silvuri og kopari, til at skera út steinar til groypingar og gera skurðarverk úr træ...
Men tá ið fólkið sá, at Móses drálaði við komu síni niður aftur av fjallinum, tyrptist alt fólkið kring um Áron og segði við hann: «Kom tú og ger okkum gud, sum skal vera á odda fyri okkum; tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum manni Mósesi, sum leiddi okkum út úr Egyptalandi!» Áron svaraði teimum: «Slítið gu...
Og Harrin segði við Móses: «Høgg tær úr steini tvær talvur eins og hinar fyrru; eg skal rita á tær tey somu orð, ið stóðu á hinum fyrru talvunum, ið tú breytst sundur; og ver albúgvin í morgin árla at koma niðan á Sinai fjall og statt har og bíða eftir mær dygst uppi á fjallinum! Eingin má koma niðan við tær, og ongast...
Og Móses stevndi nú saman øllum savnaði Ísraelsmanna og segði við teir: «Hetta er tað, sum Harrin býður tykkum at gera: Í seks dagar skal verk verða vunnið, men hin sjeyndi skal vera tykkum heilagur, fullkomin hvíludagur fyri Harranum; hvør, ið vinnur at nøkrum verki á tí degi, skal týna lívið! Á hvíludegnum mega tit i...
Tí skulu teir vinna at verkinum, Bezalel og Óhóliab og allir listakønir menn, ið Harrin hevur fylt við hagleiksanda og vitsku, so at teir í øllum verkum eru førir at gera halgidómin, eins og Harrin hevur boðið. Tá kallaði Móses til sín Bezalel og Óhóliab og allar listakønar menn, sum Harrin hevði givið vísdóm í hjartað...
Og hann gjørdi brennioffuraltarið av ákásiuviði fimm alnir langt og fimm alnir breitt, fýrhyrnt og tríggjar alnir høgt. Á hvørt av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, ið var áfast við altarið; og hann legði tað við kopari. Síðan gjørdi hann øll amboð altarsins, pottar, eldspakar, offurbollar, soðkrókar ...
Og av tí bláa purpurinum, tí reyða purpurinum og skarlakinum gjørdu teir skreytklæði til tænastuna í halgidóminum og gjørdu halgiklæði Árons, eins og Harrin hevði boðið Mósesi. Teir búðu til akulin av gulli, av bláum purpuri, reyðum purpuri, skarlaki og tvinnaðum egyptiskum líni, við tað at teir dongdu gullið út í tunn...
Harrin talaði nú við Móses og segði: «Á fyrsta degi hins fyrsta mánaðar skalt tú reisa tjaldtemplið, samfundartjaldið, og seta vitnisburðarørkina í tað og heingja fortjaldið fyri hana. Og tú skalt flyta borðið inn hagar og tilreiða tað, sum á tí skal vera, og somuleiðis flyta inn ljósastakan og seta lampurnar upp á han...
Harrin kallaði á Móses og talaði til hansara úr samfundartjaldinum og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig við teir: Vil einhvør av tykkum frambera Harranum offurgávu av fenaði sínum, tá mega tit frambera offurgávu tykkara av stórdýrunum ella smalunum. Er offurgáva hansara brennioffur av stórdýrunum, skal tað vera av ka...
Vil maður bera Harranum grónoffur, tá skal offurgáva hansara vera av fínum mjøli; og hann skal hella olju út yvir tað og leggja roykilsi omaná og fáa sonum Árons, prestunum, tað; og presturin skal taka ein neva av mjølinum og oljuni og alt roykilsið, tað, ið ofrað skal verða av grónofrinum, og bera tað fram sum áminnin...
Er offurgáva hansara takkaroffur, tikið av stórdjórum, tá skal tað, sum hann ofrar Harranum, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst; hann skal leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið upp á altarið alt íkring. Síð...
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Sig við Ísraelsmenn: Syndar maður av misgáu ímóti boðum Harrans og brýtur eitt av teimum, skal verða farið fram á henda hátt: Er tað salvaður prestur, ið við synd síni hevur leitt syndarsekt yvir fólkið, skal hann fyri ta synd, sum hann hevur gjørt, ofra Harranum lýtaleysan ungan t...
Tá ið einhvør syndar, við tað at hann hoyrdi bølbiðing og átti at verið vitni, av tí at hann var sjálvur ástaðis ella á annan hátt veit um tað, og kortini einki sigur og soleiðis fellur í sekt, ella hann uttan at vita av tí nertur við okkurt óreint, hvørt tað er ræ av óreinum villdjóri ella ræ av óreinum fenaði ella ræ...
Framvegis talaði Harrin við Móses og segði: «Bjóða Ároni og sonum hansara og sig: Hetta er lógin um brenniofrið. Brenniofrið skal verða liggjandi á eldstaði altarsins alla náttina til um morgunin, og altareldurin skal verða hildin í lívi við tí. Síðan skal presturin fara í línklæði síni og hylja blygd sína við línbróku...
Hetta er lógin um sektarofrið. – Tað er háheilagt. Á sama staði, har brenniofrið verður slátrað, skal sektarofrið verða slátrað, og blóðið av tí skal verða støkt á altarið alt íkring; alt tað feita úr tí skal verða ofrað, feithalin, netjan, sum er á indrunum, allir mørirnir, sum eru á innvølinum, bæði nýruni við nýrumø...
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tak við tær Áron og synir hans, klæðini og salvingaroljuna, syndaoffurtarvin, báðar veðrarnar og tæguna við ósúrgaðum breyðum og stevn øllum savnaðinum saman fyri dyr samfundartjaldsins!» Móses gjørdi tá, eins og Harrin hevði boðið honum, og stevndi øllum savnaðinum saman fy...
Á áttanda degi kallaði Móses Áron og synir hans og Ísraels elstu til sín og segði við Áron: «Tak tær kálv sum syndaoffur og veðr sum brennioffur, báðar lýtaleysar, og leið teir fram fyri Harran og sig við Ísraelsmenn: Takið tykkum geitarhavur sum syndaoffur og kálv og lamb, bæði veturgomul og lýtaleys, sum brennioffur ...
Men Nádab og Ábihu, synir Árons, tóku hvør sína eldpannu og lótu gløður upp í tær, løgdu síðan roykilsi oman á tær og bóru fram fyri Harran fremmandan eld, sum hann ikki hevði boðið teimum. Tá gekk eldur út frá ásjón Harrans og oyddi teir; og teir doyðu har frammi fyri Harranum. Tá segði Móses við Áron: «Hetta var tað,...
Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði við teir: «Talið til Ísraelsmenn og sigið: Hesi eru tey djór, ið tit mega eta av øllum djórum, ið til eru á jørðini: Øll djór, ið hava kleyvar við týðuligari kloyvu og sum jótra, tey mega tit eta. Men av teimum, ið jótra og av teimum, ið hava kleyvar, mega tit tó ikki eta hes...
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið kona verður við barn og føðir sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; sama dagatal, sum hon er órein av mánasjúku síni, skal hon vera órein. Á áttanda degi skal sveinurin verða umskorin á yvirhúð síni; síðan skal hon sita heima í tríati og tr...
Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Um einhvør fær trota á húð sína ella skurvur ella ljósan blett, sum kanska verður til líktrá á húð hansara, tá skal hann verða leiddur fyri Áron prest ella fyri einhvønn av prestunum, sonum hans. Og presturin skal hyggja at tí sjúka flekkinum á húð hans; og hvítna hárini á hon...
Og Harrin talaði við Móses og segði: «Hetta er lógin um líktráan mann, tá ið hann skal verða sagdur reinur: Hann skal verða leiddur fyri prestin; presturin skal ganga út um herbúðirnar og rannsaka hann; og sær presturin, at hin líktrái er vorðin grøddur fyri líktrá sína, skal hann taka honum, ið letur seg reinsa, tveir...
Og Harrin talaði við Móses og Áron og segði: «Talið við Ísraelsmenn og sigið við teir: Hevur maður útflot úr blygd síni, tá er hetta útflot hans óreint; og viðvíkjandi óreinleika hans, ið útflotið hevur, skal tað verða soleiðis, at hvørt útflotið kemur út úr blygd hans, ella tað verður fyribyrgt, so skal hann vera órei...
Harrin talaði við Móses, eftir at báðir synir Árons vóru deyðir, ta ferðina, tá ið teir nærkaðust Harranum og doyðu. Og Harrin segði við Móses: «Sig við Áron, bróður tín, at hann ikki á hvørji stund má ganga inn í halgidómin, inn um fortjaldið og fram at sáttarlokinum, sum er á ørkini, so at hann ikki týnir lívið! Tí a...
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala til Ísraelsmanna og sig við teir: Eg eri Harrin, Guð tykkara! Tit skulu ikki fara eftir siðum Egyptalands, har tit hava búð, og tit skulu ikki fara eftir siðum Kánáanlands, sum eg leiði tykkum inn í, ikki heldur ganga eftir fyriskipanum teirra. Men lógir mínar skulu tit...
Harrin talaði framvegis við Móses og segði: «Tala við allan savnað Ísraelsmanna og sig við teir: Tit skulu vera heilagir, tí at eg Harrin, Guð tykkara, eri heilagur! Tit skulu hvør og ein óttast móður sína og faðir sín og halda hvíludagar mínar; eg eri Harrin, Guð tykkara! Víkið ikki á hinar fánýtu gudar og gerið tykku...